Clapron klassikarar

Eric Clapton: The cream of Clapton

 

Fløguummæli

?The Cream of Clapton? er eitt eintak av tignaðarligari rocksøgu. Enski guitarleikarin er still going strong ? seinast við popplagnum ?Fathers Eyes? og enski te-drekkarin er við tíðini vorðin eitt slag av rocklegendu, ið hevur yvirlivað allan lort.

Men tað vóru serliga seksti og sjeytiárini, at Eric Clapton setti varðar eftir seg. Og tú sleppur at ganga alla gøtuna við hesum savninum við nøkrum av sterkastu løtunum hjá harra Slowhand.

Her verður byrjað við ?Layla?, áðrenn hon bleiv lin í kongunum í MTV unplugged tíðliga í 90?unum. Vit eru afturi í 1970, og bólkurin, Clapton spældi við tá, hevði heitið Derek & the Dominos.

Áðrenn hetta hevði Clapton tó longu skrivað rocksøgu við stóra trio-rock bólkinum Cream. Cream átti at verið tvungin decibel-undirvísing hjá einum hvørjum ungum guitarspælara. Her er ?Strange Brew?, ?Sunshine of your love?, ?I Feel Free?, ?White Room? og ?Badge?, sum Clapton skrivaði í 1969 saman við Beatles guitarleikaranum George Harrison.

Live upptøkan við Robert Johnson lagnum ?Crossroads? í 1968 inniheldur ikki bara fantastiskt guitarspæl ? eisini bassleikarin Jack Bruce og trummuspælarin Ginger Baker taka við hesum lagnum rocktónleikin inn í eitt slag av jazz-forum, har improvisatión drívir verkið. Men undir øllum liggur tó tað, sum Clapton tó mest av øllum hevur: The blues! Bæði rødd og guitarspæl hava hesa dyggu, døkku kensluna, sum fær bluesin framvegis at skyggja her 30 ár aftaná.

Sjeytiárini vístu eisini, at Clapton var ikki bangin fyri at brúka góðar sangir hjá øðrum og gera teir til sínar egnu. ?Cocaine? hjá J.J. Cale er gott dømi. Flestu munnu í dag vísa til hetta sum ein Clapton sang. Enski guitarleikarin, sum sjálvur var um at ganga av verðini í narkomisnýtslu, gjørdi hetta lagið í 1977 til ein upp aftur størri klassikara enn tað longu var frammanundan. ?I Shot The Sheriff? eftir Bob Marley fekk somu viðgerð frá slowhand.

Seinnu helvt av sjeytiárunum komu so løgini ?Lay Down Sally? og ?Wonderful Tonight? ? báðir Clapton klassikarar, ið bera boð um, at aftan fyri vælklædda mannin við tí sorgblíða eygnabránum býr ein frálíkur komponistur.

Mest av øllum hevur guitarleikarin Clapton tó tónan, ið definerar einhvønn stóran tónleikara. Hjá honum er ein tóni nóg nóg mikið. Heimsins mest (mis)brúkta skala, pentaton blues skalain, er grundarlagið undir øllum tíð, Clapton sigur við sínum Fender Stratocaster. Men hjá honum er talan aldrin um misbrúk. Hartil er kenslan ov ekta. Og tá slíkur meistari talar, er best eitt at siga onki. Lurta og lær!