Blackpool hitaði leygardagin upp til play-off dystirnar við 6-3 sigri á Swansea. Tað líktist tó ikki alla tíðina einum tryggum sigri til Blackpool, tá seinasta umfarið í ensku league one var á skránni. 35 minuttir fyri leiklok stóð 3-2 til heimaliðið á talvuni, men so kom Blackpool ígongd. Claus Bech Jørgensen var á vøllinum allar 90 minuttirnar, men tað var Andrew Morrel, sum tók yvirskriftirnar, tá hann innan 21 minuttir skeyt reint hat-trick. Seinasta málið skeyt Keigan Parker. Blackpool skal spæla hálvfinalur í play-off dystunum ávikavist 13. og 19. mai, og sigast má, at upptaktin til hesar hevur verið framúr. Eftir eina heldur laka byrjan upp á árið, hevur Blackpool verið flúgvandi seinastu mánaðirnar. Og sigurin á Swansea var sjeyndi sigurin á rað.