Corona: Ávaringarnar um at ferðast eru nú munandi herdar

Í gjárkvøldið komu nýggjar leiðbeiningar til fólk, sum fara uttanlands at ferðast

Nú er tað ikki bara í ávísum londum, at fólk skulu vísa varsemi, tá ið tey fara at ferðast. Í gjárkvøldið hava myndugleikarnir skerpað ávaringarnar um at ferðast og nú er allur heimurin settir á tann gula listan.

Tað merkir, at fólk sum ferðast, skulu vísa eitt serligt varsemi, sama hvagar tey fara.

Í Føroyum fylgja vit leiðbeiningunum hjá Uttanríkisráðnum í Danmark og har hava tey nú broytt ávaringina.

Fyrst og fremst verður mælt frá at ferðast til Hubei landspartin í Kina, yvirhøvur.

Samstundis mæla tey fólki frá at fara til hesi lond uttan tað er átrokandi neyðugt: Restin av Kina, Iran, umframt til Gyeongbuk landspartin, og býin, Daegu í Suðurkorea.

Sama tilmælið er galdandi fyri fýra landspartar í Norðuritalia, Emilia-Romagna, Lombardí, Piemonte og Veneto, har kend ferðamál sum Gardarvatn, Venezia, Rimini, Milano og onnur pláss, eru.

Fólk, sum hava verið har, og eru komin heim eftir 2. mars, eiga at vera í sóttarhaldi í minst 14 dagar. Men er talan um starvsfólk í heilsuverkinum ella í almannaverkinum, SKULU tey vera heima í tvær vikur.

Men í allari restini av verðini eiga fólk at vísa serligt varsemi. Sosatt er allur heimurin nú settur á tann gula listan. Tað merkir ikki, at mælt verður frá at ferðast yvirhøvur, men at fólk eru serliga varin, og tað verður heldur ikki mælt til, at fólk halda seg heima í minst 14 dagar í  teimum londunum

At fólk skulu vera serliga varin, merkir, at fólk eiga at fylgja við hvørjar leiðbeiningarnar eru í tí landinum, tey ferðast til – og at fylgja teimum.

Tað eru eisini eini góð ráð at hava eina góða ferðatrygging.

Tann reyði parturin av heiminum er tann parturin, har tað verður mælt frá at fara yvirhøvur. Er tað kortini onkur, sum fer tann vegin, eru ráðini at leita sær læknafakliga ráðgeving.

 

##med2##

Tann appilsinlitti parturin, eru øki, har tað verður mælt frá at fara uttan at tað er átrokandi neyðugt, tí smittuvandin er álvarsligur. Og tann guli parturin er tann parturin av heiminum, har ferðandi skulu vísa serligt varsemi og har tey altíð skulu hugsa um persónligu trygdina.

Myndugleikarnir siga, at eitt land kann hava fleiri litir, tí tað er ójavnt, hvussu støðan er í ymsum pørtum í landinum.