- Úti við 1000 fólk vóru á Tórshavnar Countryfestivali í gjárkvøldið, og roknað verður við enn fleiri gestum, tá festivalurin heldur fram í kvøld.
Tað sigur Allan Samuelsen, fyrireikari.
???
Í gjárkvøldið spældu Evi, Rannvá Vesturklett, Country Sisters og Hallur Joensen á fyrra kvøldinum á Tórshavnar Countryfestivali, og lagið var avbera gott.
Fólk fingu frálíkar konsertir og hugnaðu sær óført.
??Í kvøld heldur Countryfestivalurin fram, og fyrireikararnir rokna við enn fleiri gestum í kvøld.
Allan Samuelsen sigur, at í kvøld spæla Kristina Bærendsen, Alex Bærendsen, Magni Christiansen, Arly Karlsen og Joen Magnus Danielsen.
- Ein av stóru løtunum í kvøld verður, tá føroyskir sangarar fara at syngja duett við Arly Karlsen. ??
Hann leggur aftrat, at Country Sisters, sum eru komin allan vegin úr Kekkia, vilja fegnar seta dám á kvøldið í kvøld, og tí hava tær eina eyka framførslu.
- Tær byrja countryveitsluna í kvøld, tá tær fara á pallin klokkan 19 og spæla ein lítlan tíma, sigur Allan Samuelsen.
Tórshavnar Countryfestivalur verður hildin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og atgongumerki kunnu keypast við inngongdina frá klokkan 18, tá dyrnar lata upp.