Dúgvan enn einaferð

   

Tað er ótrúligt um SL sleppur at leggja Dúgvuna, tað verður enn einaferð sagt, at dúgvan er ov dýr í rakstri samanborið við Ternuna, um tit taka eitt á hjá báðum skipunum. Hvar Ternan ongar serligar útreiðslur hevði, so Dúgvan við øllum sínum óhappum og skaðum, kunnu tit skjótt gera eina skeiva mynd av útreiðslunum hjá báðum skipunum. Tað kann ikki passa, at Dúgvan ikki siglir nógvan pening inn til SL.
Eg haldi, at tit áttu at hugt at, hvussu í veruleikanum øll skipuni hjá SL verða rikin, og ikki bert latið tilfeldiheitinar rátt á nógvum økjum. Eg eri vís í, at tað eru partar í skipanini í kundu givið nógv meira av sær.
Um leiðin um Leivíksfjørð varð rikin av privatum felag, var hon møguliga ein gullgruppa.
At Strandfaraskip Landsins hevur størri íløgur enn rokna varð við á onnur skip enn Dúgvuna, kunna tey, ið ferðast um Leiviksfjørð ikki svíða fyri.
Hvar eru okkara politikkarar?? Teir hava vit nokk av her norðuri, men hvar eru teir, ein hoyrir hvørki orð ella eið frá teimun, Gud viti hvat teir halda seg verða valdar til? Klaksvíksingar hava ikki havt nógvan ágóða av at hava hesar politikkarar, tað er bert tá ið val er, at ein hoyrir málið í teimun (illa nokk), ótrúliga vanaligt.
Nú haldi eg, at tað er upp á tíðina, at teir koma á banan, ella munnu teir veruliga halda, at tað er eina æra hjá okkum, at sleppa at velja akkurat teir.