Dálking í Vágsbotni

Vágsbotnur í Havn er síðstu árini blivið eitt stað, har havnafólk kunnu keypa sær ein døgurða av feskum fiski frá útróðrarmonnum. Men dálking á vágni er ein afturvendandi og órógvandi trupulleiki í somáta.

Um middagsleitið í dag var aftur galið. Útróðrarmaðurin Mortan Johannesen, sum selur sína veiðu í Vágsbotni, mátti tá staðfesta, at myndin av fesku og frísku rávøruni var oyðiløgd av dálking á vágni.

Hesaferð var helst talan um máling ella lakk-tynnara, ljóðaði fyrsta metingin frá fólki hjá Umhvørvisdeildini í Tórshavnar Kommunu.