Dómadagur útsettur

Higartil hava vísindafolk hildið, at Jørðin fer at ganga undir um 11 milliardir ár, men nú siga tey seg vera komin eftir, at tann endaligi bresturin verður ikki fyrr enn um 24 milliardir ár.

Tað eru vísindafólk á lærda háskúlanum Stanford, sum eru komin til ta nýggju niðurstøðuna. Berlingske Tidende ivast kortini í, um vit skulu taka metingina í álvara, tí maðurin, sum hevur staðið fyri kanningunum, hevur fyrr sagt, at Jørðin fer at ganga undir um 11 miliardir ár.

Andrei Linde, kanningarleiðari, sigur, at tann nýggja metingin byggir á upplýsingar, sum eru fingnar til vega við tí stóra Hubble-kikaranum. Sambært hesum upplýsingunum er rúmdin framvegis í menning, og tí fer Jørðin ikki at ganga undir fyrr enn um 24 milliardir ár, sigur Andrei Linde nú.