Dómararnir krevja revsing

Kappingarnevndin hjá FSF hevur fund í dag. Á skránni er millum annað spurningurin, um útsagnirnar hjá Bartali Eliasen eftir dystin hjá NSÍ í Runavík skulu fáa avleiðing

- Ein dómari, sum hvørki dugir at renna ella at floyta. Og sum ger sær sjálvum fyri skommum.

Tað var millum annað tað, sum Bartal Eliasen hjá ÍF hevði at siga um avrikið hjá Rúna Gaardbo, tá ÍF tapti 3-2 í Fuglafirði. Millum tað, sum Rúni tá dømdi, vóru trý brotsspørk, sum av flestu spælarunum vórðu mett meira enn ivasom. Og í øsingini um hetta fekk ÍF eisini tvey reyð kort.

Í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið segði Petur Reinert, formaður í dómarafelagnum, at felagið krevur, at útsagnirnar hjá Bartali Eliasen fáa avleiðingar, og at tey hava sent bræv til FSF hesum viðvíkjandi.