Ikki er hann størri enn so – Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn – enn at hann á sjálvum 150 ára føðingardegnum hjá Tórshavnar kommunu nýtir høvi til at senda fjølmiðlunum eitt útspillandi lesarabræv um meg sum kommunalpolitikara. Hetta tí, at eg, sum fyrrverandi forkvinna í teknisku nevnd, av røttum havi tikið mær medæru av, at brúgvin um Sandá endiliga er komin.
Eg dittaði mær herfyri at skriva hesi orðini alment: “So verður hon tikin í nýtslu, okkara prýðiliga brúgv um Sandá. Eitt arbeiði, ið eg sum forkvinna í teknisku nevnd var við at seta í gongd fyri fýra árum síðani, er nú komið á mál. Argjafólk og onnur, sum hava ørindi á Argjum ella á Glyvursnesi, kunnu gleða seg til leygardagin 28. mai klokkan 16, tí tá verður prýðiliga brúgvin tikin alment í nýtslu. Og tað verður hvørki meira ella minni enn við hornblástri, røðum, kaffi og køkum. So møtið fjølment til stóru løtuna”.
Tað er við bæði lygnum og tramansskapi, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, síðani leggur eftir mær í lesarabrævi fyri einari viku síðan, undir yvirskriftini: “Flogið hægri enn veingirnir bera”. Hetta er jú stílur hansara. Ein sera ódámligur stílur, ið vit øll, sum virka á Vaglinum kenna alt ov væl.
Milliónirnar rulla uttan heimild
Borgarstjórin kastar mær fyri at hava høvuðsábyrgdina av, at Glyvursvegurin gjørdist nógv dýrari, enn upprunaliga ætlað. Hví hesin vegurin gjørdist dýrari enn ætlað, er væl og virðiliga útgreinað í drúgvari frágreiðing frá óheftum løgfrøðingum, har tað verður víst á, at orsøkirnar vóru fleiri; millum annað undirlendið, sprunga í berginum v.m.
Borgarstjórin, við evstu leiðsluábyrgd á Vaglinum, og við hægstu fyrisitingarligu ábyrgdini, læt nevniliga bara standa til, meðan milliónaupphæddir streymaðu úr kommunukassanum uttan játtan og uttan heimild. Ístaðin fyri at vísa seg sum ein rættan borgarstjóra við evstu ábyrgd, og at megna at taka málið á sín egna kappa, fór hann hinvegin við báli og brandi eftir einum nærlagdum og álítandi málsviðgera til tess at “avreiða Svartaper” har, og ein ávaringar- og uppsagnartilgongd varð sett í verk mótvegis viðkomandi. Tíbetur kom fakfelagið hjá viðkomandi upp í leikin og gjørdi allar skuldsetingar hjá borgarstjóranum til skammar. Men enn tann dag í dag er eingin formlig umbering givin viðkomandi; tí at biðja um umbering ella taka í egnan barm, er ein býur í Kina hjá Heðini Mortensen.
Markleysa sjálvsøkni borgarstjórans
Ósmæðin hevur borgarstjórin hongt sítt egna navn runt í allar bygningar, sum gjørdir eru síðstu árini. Hesin glantrileikur er óhoyrdur í søgu kommunurnar.
Men søgu leggur borgarstjórin í aðrar mátar minni í, tí hann forkom t.d. skjalagoymsluni hjá gomlu Argja kommunu, sum varð koyrd í ruskposar og beind á Brennistøðina, har hon fór upp í royk. Hetta varð gjørt, hóast fleiri starvsfólk talaðu at, men har var einki at gera. Tað skuldi ganga skjótt fyri seg, tí borgarstjórin hevði tørv á nøkrum fermetrum í kjallaranum á Vaglinum, har skjalagoymslan annars var. Og so kann hann annars syngja sangin “Latið ei søguna doyggja”, sum hann sjálvur hevur forkomið fyri Argir.
Misnýtir kommunala heimasíðu til egnan fyrimun
Og so aftur til lortabyttuna oman yvir undirritaðu frá tí forsmádda og markleyst sjálvselskandi borgarstjóranum í høvuðsstaðnum; og tey fáu óseku orðini, eg skrivaði, og um, hvar hundurin hjá Heðini Mortensen veruliga liggur grivin.
Hann veit væl og virðiliga, at brúgvin um Sandá var eitt av mínum hjartamálum. Sum forkvinna í teknisku nevnd og bygginevndarlimur í nógv ár arbeiddi eg av eldhuga við hesi stóru og spennandi verkætlan. Eg havi fleiri ferðir skrivað alment um arbeiðsgongdina og lýst út í æsir, hvat vit royndu at raðfesta við brúnni um Sandá. At leiðin har rúmar náttúruvøkur øki, og at hetta skuldi virðast. At brúgvin skuldi hava minst møguligt árin á nærumhvørvið, og at hon somuleiðis skuldi vera eitt byggilistarligt valaverk og ein prýðiligur varði til okkara eftirkomarar.
Tann 31. august 2012 vórðu tilboðsgevarar og ráðgevarar teirra bodnir til ein felags fund við umboð fyri bygginevnd og umsiting til at gjøgnumganga útboðstilfarið og at seta umsitingini spurningar um komandi brúnna um Sandá. Henda dag var borgarstjórin við fylgi tó staddur uttanlands. Eg helt, at nú hendi nakað ítøkilig við brúnni, sum annars hevði verið ávegis í nógv, nógv ár, so at hetta vóru góð tíðindi at fáa á heimasíðuna hjá kommununi. Men hetta var váði gjørt móti sjálvsøkna borgarstjóranum, tí hann lovar sjáldan nøkrum øðrum framat, enn sær sjálvum.
Hesi heimasíðutíðindini í 2012 um brúnna um Sandá høvdu mynd av mær við borðendan saman við umboðum fyri tær stóru byggifyritøkurnar, sum fóru at bjóða upp á arbeiðið, og røða mín varð endurgivin. Hesin tíðindastubbin skapti mikla øsing hjá borgarstjóranum, sum var staddur uttanlands. Ja, hann fór fullkomiliga í svart, hann lá og ýldi í telefonini og hartaði nøkur dugnalig embætisfólk, sum ikki vistu betur enn, at tey høvdu gjørt nakað gott og borið borgarunum eina góða søgu.
Men tað, at eg var ein partur av tíðindunum og við á myndini, nívdi eftir øllum at døma øgiliga hart hjá borgarstjóranum. Og nú fýra ár eftir tilburðin í 2012, nívir hetta hann framvegis so hart, at hann á sjálvum 150 ára føðingardegnum hjá kommununi ger eitt so ódámligt og persónligt álop á meg, at tað talar fyri seg, hvør persónur hann í veruleikanum er. So mikið fyri hansara demokratiska sinnalag. Heðin Mortensen líkist meira og meira einum einaræðisharra, ið tíverri er sloppin at sita alt ov leingi og enntá ætlar sær fýra ár afturat, so hann tá hevur sitið í 16 ár.
Tað er runnið upp fyri alt fleiri, hvør persónur veruliga goymir seg handan dámliga snýðið og hvítu flippurnar og gull mansjettknapparnar hjá borgarstjóranum. Putinslótirnar gerast alt grefligari og grefligari. Borgarstjórin hevur enntá brúkt heimasíðuna hjá kommununi politiskt og hevur skrivað niðrandi um aðrar býráðslimir á eini heimasíða, sum er fíggjað og goldin við skattakrónum.
Tveitt úr bygginevndini í hevnisøku
Tað var í 2014, nakað eftir at býráðið einmælt hevði samtykt at gera ein arbeiðstøkusáttmála við lægsta tilboðsgevaran um brúnna um Sandá, at borgarstjórin revsaði undirritaðu við at tveita meg úr bygginevndini fyri brúnna. Hann fabrikeraði sjálvandi onkra forkláring til høvið, men veruliga orsøkin var hon, at eg hevði funnist at ymiskum fíggjarviðurskiftum hjá borgarstjóranum. Millum annað vísti eg á, at hann hevði dult fyri býráðnum um ein meirkostnað á 7 milliónir krónur til Tórsvøll.
Lokorð
Tað man undra nógv, at borgarstjórin gongur í so smáum skóm. Og satt at siga er tað lítið hugaligt hjá mær at skriva hesar reglur, tí eg hevði ætlað bara at vent tað dula oyra til enn eitt óreint álop á mín persón frá Heðin Mortensen, borgarstjóra. Men eftir nógvar áheitanir um framferðarháttin hjá borgarstjóranum ímóti mær, og tann høga prísin, eg havi goldið fyri at tala at, tá tørvur er á at gera tað, noyðir hetta meg til at vísa hansara lygnum aftur.
Um borgarstjórin hevur skotið valstríðið í gongd við at oysa hesa lortabyttuna omanyvir meg, er ikki nógv gott í væntu. Men ómegdin í hansara hatska álopi man ivaleyst botna í vantandi politskum vilja og klárskygni. Eg ætli mær ikki at luttaka í einum innantómum eljustríði við Heðin Mortensen, borgarstjóra. Heldur fari eg at brúka mína orku til at gera tað enn betur at búgva í Tórshavnar kommunu.
Eg fari til seinast at nýta høvið at ynskja øllum borgarum í Tórshavnar kommunu tillukku við 150 ára føðingardegnum, tillukku við trappuni í Vágsbotni og tillukku við prýðiligu brúnni um Sandá, sum eg eri bæði glað og errin av at hava verið við til at gjørt til veruleika.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimir
Tjóðveldi