Dánjal

Hetta er nýggjur bólkur við Dánjal á Neystabø á odda. Sermerkt og fólkaligt og etniskt Búi Dam og Angelika Nielsen og fleiri norðurlendsk nøvn fóru á pall saman við Dánjali. Fólkatónleikarasamanseting, men stílurin er ringur at eyðmerkja. Hjálmar Dam, ið beyð bólkinum á pall, haldi eg nevndi stílin etno-clash.

Sera sermerkt, men gott og ongin ivi í framførsluni, ið var sera sannførandi.

Ein feril av sigoynaratónleiki, fólkatónleikur, skemt og søgusigandi tekstir. Hetta lýsir kanska nakað av tí, ið nýggi og spennandi bólkurin stendur fyri.