Skipslitir
At Eysturbúgvin, sum hevur heimstað í Húsavík, hevur sama lit sum Vesturbúgvin, hevur sína søgu.
- Eysturbúgvin og Vesturbúgvin vórðu bygdir á Tórshavnar Skipasmiðju um somu tíð. Tá litir skuldu setast á skipini, og skipasmiðjan kom við sínum uppskotum, dámdi mær tey ikki. Eg helt, at skipini tóktust so stutt og høg við teimum litum, sum vóru í uppskoti.
Tað sigur Dánjal Jacobsen, reiðari.
Hann fór síðan at hyggja at, hvørjar litir hann kundi hugsað sær, at skipini høvdu.
- Eg vildi, at Vesturbúgvin skuldi síggja longri út og ikki tykjast so høgur, sum hann gjørdi við teimum litum, sum vóru í uppskoti – og eg haldi, at hetta eydnaðist.
Spurdur, hví Eysturbúgvin, sum er heimahoyrandi í Húsavík, fekk sama lit, sum skipini hjá honum, synum hansara og Helga Iversen, sigur Dánjal Jacobsen:
- Teir, sum lótu Eysturbúgvan smíða, spurdu, um teir kundu brúka sama lit sum vit, og sjálvandi var tað í lagi.
Reiðarin sigur, at Eysturbúgvin varð hin fyrsti, sum soleiðis fekk litin, ið hann hevði skotið upp.
- Jú, mær dámar litin væl, og nú hevur so eisini Tindur fingið sama lit, sum Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fingu fyri út við 20 árum síðan, sigur Dánjal Jacobsen, reiðari.
Dánjal Jacobsen, synir hansara og Helgi Iversen eiga saman partrolaran Vesturbúgvan, trolbátin Skálafoss og komandi snellubátin Tind.
Saman við Tummasi Christophersen eigur Dánjal Jacobsen eisini partafelagið Vár, ið nú eigur partrolararnar Nónhamar og Fjalshamar, sum teir keyptu frá P/F Christiani í Grótinum í Klaksvík. Teir áttu Nornagest og Kolumbus saman, men hesir eru nú lagdir, og loyvini eru flutt yvir á Nónhamar og Falshamar.