Umhvørvi
Beint áðrenn Sosialurin fór úr Miðlahúsinum um middagsleitið í dag, fingu vit orð á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Innlendismálum.
Hon sigur, at tey hava gjørt tilbúgvingararbeiði í sambandi við oljuna, sum Kaptain Gorbatjov herfyri misti á sjógv, upp til umleið 700.000 krónur.
- Hetta er tað, sum tilbúgvingararbeiði hevur kostað okkum at byrgja uppfyri tí, sum kundi henda, um illa vildi til.
Landsstýriskvinnan sigur, at hetta verður rokningin og sektaruppskotið, sum reiðaríið, ið eigur russiska trolaran, fær at gjalda fyri henda partin av arbeiðnum, ið stóðst av, at skipið misti olju á sjógv.
- Álagt verður reiðarínum at veita okkum bankatrygd fyri hesum 700.000 krónunum umframt teimum 50.000 krónunum, sum er bótin fyri, at skipið í minsta lagi misti 1000 litrar av lættari tungolju á sjógv, sigur Annika Olsen.
Aðru ferð
Landsstýriskvinnan vísir á, at hetta er aðru ferð í hennara tíð sum landsstýriskvinna, at eitt sektaruppskot um olju, sum fer á sjógv, verður skrivað, og í fyrra førinum var talan eisini um ein russiskan trolara.
- Vit hava soleiðis ikki traditión fyri at skriva slík sektaruppskot og vóna heldur ikki, at hetta verður afturvendandi.
Annika sigur, at í fyrra førinum var oljan, sum fór á sjógv, gjørd upp til í minsta lagi at vera 500 litrar, og fyri hetta brot á havumhvørvislógina fekk skiparin sektaruppskot upp á 25.000 krónur.
- Nú er Umhvørvisstovan komin fram til, at oljan, sum hesaferð fór á sjógv, í minsta lagi snýr seg um 1000 litrar, og tí ljóðar hetta sektaruppskotið upp á tvífalt so stóra upphædd, nevniliga 50.000 krónur.
Broyta kunngerð
At lata olju á sjógv, verður soleiðis ein dýrur umgangur hjá russiska skiparanum og reiðaríi hansara.
Men Annika Olsen staðfestir, at landsstýrið als ikki vil síggja ímillum fingrarnar við slíkum, ið hóttir umhvørvið.
- Vit arbeiða nú við eini kunngerð, sum setir skipum forboð fyri at bunkra innanfyri 12 fjórðingar úr landi.
Hon vísir á, at Føroyar nú hava oljuhavn, sum kann veita skipum tungolju, og nýggja kunngerðin, sum fer at koma, fer eisini at seta ymiskar treytir við, hvussu viðurskiftini skulu skipast, og hvør útgerð skal verða í eini slíkari oljuhavn.
- Vit vilja, at viðurskiftini við bunkring skulu skipast betri, so vit ikki afturvendandi koma út í slíkar trupulleikar, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.