Í dag er HON í postkassanum

Kvinnublaðið hjá Sosialinum, Hon, er nú í postkassanum fyri fjórðu ferð.

Fýra ferðir hevur Sosialurin útgivið eitt serligt kvinnublað við heitinum HON. Og í dag er blaðið aftur at finna í postkassanum. 

 

Les um lívið hjá Sunnevu Háberg Eysturstein, sum misti mammu sína á sera ungum árum, og sum seinastu sjey árini hevur rikið sína egnu fyritøku, Sirkus Føroyar. 

 

Les um føroysku ljósmóðurina, sum leitar sær til Norra at arbeiða millum annað við tí úrslitið, at fakligheitin verður betri. 

 

Tú kanst síggja, hvussu HON redaktiónin hevur givið gomlum møblum nýtt lív, hvussu tú sparir sum mest, tá ið tú skalt keypa inn og mangt annað. 

 

HON - í postkassunum kring landið í dag.