Í dag er politiskur nýggjársdagur

Løgtingið verður sett klokkan 13 í dag, tá ið løgmaður fer at halda seinastu løgmansrøðuna í hesum valskeiðnum Tað er politiskur nýggjársdagur í dag. Sambært stýrisskipanarlógini verður sjøtil settur á nýggja tingsetu ella nýtt tingár, tá ið tingið kemur saman ólavsøkudag klokkan 13, eftir at løgtingsmenn, landsstýrismenn saman við prestum og embætismonnum hava gingið í skrúðgongu og verið til gudstænastu í Dómkirkjuni.

Í grein 60 í tingskipanini verður sagt, at tingfundir verða ikki hildnir sunnudagar. Undantikið er tó, tá ið ólavsøkudagur er sunnudagur.

Á tingfundinum í dag fer Jóannes Eidesgaard at halda sína fjórðu løgmansrøðu. Hetta verður samstundis seinasta løgmansrøðan hjá Jóannesi Eidesgaard í hesum valskeiðnum. Løgtingsval verður í seinasta lagið leygardagin 19. januar 2007. Løgmaður hevur áður sagt, at hann ætlar ikki at skriva val at verða í ótíð.

Sambært vegleiðandi skránni, sum er á heimasíðuni hjá Løgtinginum, er ætlanin, at tingið skal viðgera ólavsøkurøðuna hjá løgmanni mikudagin 1. august klokkan 9.30, hósdagin 2. august og eisini fríggjadagin 3. august, um hugurin hjá tingmonnum at taka orðið verður góður. Tað verður hann uttan iva, nú tað av álvara stundar til val.

Fyribils skráin sigur eisini, at Løgtingið fríggjadagin 3. august skal hava 1. viðgerð av lógaruppskotinum hjá Bjørn Kalsø landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um vinnuligan fiskiskap og harvið fiskidagar fyri næsta fiskiár.

Á fundinum fríggjadagin 3. august er eisini ætlanin at velja tveir limir og tveir tiltakslimir í Norðurlandaráðið.