Flestu foreldur munnu hata boðini frá flokslæraranum ella stovnsleiðaranum, um at nú ger lúsin aftur um seg.
Onkrir stovnar eru eisini so troyttir av afturvendandi pláguni, at tey hava tikið málið í egnar hendur. Tì verða øll børnini kembaði ein ávísan dag fyri at tálma pláguni. Í høvuðsstaðnum er onkur stovnur, sum nýtir høvi í dag, nú stóri lúsadagurin er, at gera júst hetta.
Smáu høvuðlýsnar gera um seg tvær ferðir um árið; beint eftir summarfrítíðina og beint eftir jól.
- Eftr jól er eitt boom í talinum av lús. Vit hava øll verið og vitjað vinir og familju og soleiðis smitta vit hvønn annan við lýsnum. Hetta nevna vit lítla lúsa-sesongin, sigur Kim Søholt Larsen, lívfrøðingur og serfrøðingur í blóðsúgvandi smákyktum, við eb.dk.
Hann sigur, at tó at nógvar søgur ganga um, hvat ein má gera, fyri at sleppa av við plágurnar, so er loysnin einføld.
- Tey siga, at ein skal frysta seingjarklæði, bamsur og klæði. Tað er nakað møsn. Lýsnar eru í hárinum og bara har. Tær ferðast ikki umvegis klæðini. Vit hava bara høvuðlús og ikki kropslús á okkara leiðum, sigur hann.
Tað einasta, sum riggar, er at kemba. Og at kemba aftur. Og aftur. Á hendan hátt leggur ein merki til lýsnar og kann koma í viðgerð sum skjótast, áðrenn ov nógv verða smittað.
Kim Søholt Larsen sigur, at í teoriini kann ein gott basa lýsnum fullkomiliga, men tað hendir neyvan.
- Um øll kemdu hárið fyri lús einaferð um vikuna, vildu vit sloppið av við tær. Men tað gera fólk ikki. Og tí hvørva tær ikki.
Í staðin hava myndugleikarnir í Danmark lýst tveir lúsadagar um árið, aftan á summar- og jólafrítíðina. Og líkt er til, at tað virkar.
Kann ein gera nakað fyri heilt at sleppa undan lýsnum? Nei, sigur lívfrøðingurin. Lýsnar finna altíð eina leið til hárið og leggja líka í, millum annað hvørja blóðtypu tú hevur, sigur hann. Vaksin sleppa heldur ikki undan, og tí mælir hann til, at um ein í familjuni hevur fingið lús, eiga øll í familjuni at kemba seg.
Annars verður mælt til, at børn eru heima, inntil foreldrini eru vís í, at tey ikki longur hava lús. Børn, sum hava lús, skulu viðgerast, áðrenn tey verða send aftur í skúla ella á stovn. Og um nakar skuldi ivast, so eru tað foreldrini, sum hava ábyrgdina av at kanna eftir, um børn teirra hava lús og um neyðugt at viðgera tey.