Á dag verður ávarað ímóti skinku

Hon er ikki egnað til mannaføði

Aftur í dag hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan eina ávaring ímóti eini ávísari matvøru. Hesa ferð eru tað skinkustrimlum, tað er galið við.

Tað er COOP í Danmark, sum afturkallar skinkustrimlar og tað er tí at pakkin er bólgnaður upp.

Talan er um pakkarnar, við 150 grammum av skinkustrimlum í, og sum eru best fyri 18.11.19,  20.11.19,  22.11.19,  25.11.19,  27.11.19,  30.11.19,  03.12.19,  04.12.19,  06.12.19 og 10.12.19
.

EAN nummarið er: 7340011403623.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at skinkan er egnað til matna, tí pakkarnir eru bólgnaðir upp og tí verður heitt á tey, sum liggja inni við hesum strimlunum, um at tveita burtur, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.