Kjakið um dagstovnar í Føroyum snýr seg ofta um praktisk viðurskifti:
Hvussu nógv pláss eru.
Hvørjar upplatingartíðirnar eru.
Og um kommunurnar klára raksturin.
Tað er sjálvandi týdningarmikið. Men tá kjakið endar har, missa vit tað mest grundleggjandi: hvat dagstovnurin í veruleikanum er.
Dagstovnurin er eitt av teimum fyrstu støðunum, har barnið møtir samfelagnum uttanfyri heimið. Her verða relatiónir knýttar, her læra børn at vera saman við øðrum, og her verður nógv av grundarlagnum undir trivnaði og menning lagt.
Tí er dagstovnaøkið eisini eitt politiskt mál.
Kortini síggja vit ofta, at politikkarar halda seg aftur, tá talan er um innihaldið í dagstovninum. Tað verður ofta fatað sum eitt fakligt øki, sum politikkarar ikki eiga at blanda seg upp í.
Men politikkarar taka í veruleikanum alla tíðina avgerðir, sum hava stóran týdning fyri arbeiðið í dagstovnunum. Normeringar, karmar, útbúgvingarkrøv og skipanir rundan um børnini eru alt politiskar avgerðir. Tí er tað eisini ein politisk ábyrgd at tora at seta kós fyri økið.
Tað merkir ikki, at politikkarar skulu stýra námsfrøðini í detalju. Tað er arbeiðið hjá fakfólkunum. Tað merkir, at vit eisini politiskt mugu tora at spyrja nakrar grundleggjandi spurningar:
- Hvat vilja vit, at dagstovnurin skal vera fyri børnini?
- Hvussu tryggja vit góðar relatiónir og tryggleika í gerandisdegnum?
- Hvussu skapa vit karmar, sum gera tað møguligt at arbeiða fakliga við trivnaði og menning?
Dagstovnar eru nevniliga nógv meira enn ein praktisk tænasta, sum skal fáa gerandisdagin hjá vaksnum at hanga saman.
Teir eru ein av teimum støðunum, har vit leggja nakað av tí mest grundleggjandi arbeiðinum í okkara samfelag.
Gjøgnum mítt arbeiði innan barna- og ungdómsøkið havi eg havt nógv samstarv við dagstovnar og fakfólk á økinum. Tað arbeiðið hevur styrkt mína sannføring um, hvussu týdningarmikið tað er at raðfesta dygd í teimum fyrstu árunum í lívinum hjá børnunum.
Og júst tí haldi eg eisini, at vit politiskt mugu tora at taka kjakið um innihaldið. Sjálvandi saman við teimum, sum arbeiða við børnunum hvønn dag.
Politiskt mugu vit tora at kjakast um innihaldið og tora at seta kós fyri dygdini í teimum umhvørvum, sum okkara børn vaksa upp í.
Tí dagstovnar eru ikki bara ein praktisk skipan. Teir eru ein av teimum týdningarmestu íløgunum, vit gera í okkara framtíð.
Tí tað, vit gera (ella ikki gera) í dagstovnunum í dag, er eisini við til at forma samfelagið í morgin.
Tí eigur kjakið um dagstovnar eisini at vera størri enn bara rakstur.
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Valevni fyri Tjóðveldi













