- Vit ynskja okkum ein leiðara, sum brennur fyri námsfrøði, dugir at lurta, vera nærverandi, finna góðar loysnir og hjálpir teimum vaksnu rundan um børnini at gera dagarnar í Áarlon góðar

Dagstovnur skal hava nýggjan leiðara

- Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hug at leiða, menna og skipa dagstovnaøkið, soleiðis at gerndisdagurin framhaldandi verður tryggur, stuttligur og mennandi

 

- Vit ynskja okkum ein leiðara, sum brennur fyri námsfrøði, dugir at lurta, vera nærverandi, finna góðar loysnir og hjálpir teimum vaksnu rundan um børnini at gera dagarnar í Áarlon góðar

- Nú okkara leiðari fer at royna nýggjar leiðir, hava vit tørv á nýggjum leiðara til Dagstovnin Áarlon í Kvívík at byrja 1. juli - ella eftir nærri avtalu.

 

Soleiðis siga tey í Kvívíkar kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at dagstovnurin Áarlon hevur vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla og ungdómsklubb.

 

- Vit ynskja okkum ein leiðara, sum brennur fyri námsfrøði, dugir at lurta, vera nærverandi, finna góðar loysnir og hjálpir teimum vaksnu rundan um børnini at gera dagarnar í Áarlon góðar.

 

Í Kvívíkar kommunu vilja tey hava ein leiðara, sum hevur hug at leiða, menna og skipa dagstovnaøkið, soleiðis at gerndisdagurin í Áarlon framhaldandi verður tryggur, stuttligur og  mennandi.

 

- Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum fakligum støði. Samstundis er neyðugt, at viðkomandi dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini.

 

Meira um starvið kann lesast á www.kvivik.fo

 


 

 

- Vit ynskja okkum ein leiðara, sum brennur fyri námsfrøði, dugir at lurta, vera nærverandi, finna góðar loysnir og hjálpir teimum vaksnu rundan um børnini at gera dagarnar í Áarlon góðar