I gjár var almenn móttøka í samband við at nýggi dagstovnurin Brosið lat upp í Hvalba.
Og áhugin fyri nýggja stovninum var sera stórur, Útvið 300 fólk úr tí mesta av Suðuroynni vóru komin saman til henda stóra hátíðardag.
Janus Thomsen borgarstjóri segði m.a. í sínari røðu at nýggi stovnurin kostar góðar 18 milliónir krónur. við øllum, nú hann stendur liðugur.
Trúgvi Gudmundarson lýsti í síni røði gongdina frá tí at fyrsti bøkkurin varð tikin omanav í mai 2015 og fram til í dag.
Herman Olsen frá S.H. Byg takkaði fyri tað álit, sum víst var teimum at vera høvuðsveitari til hetta stóra arbeiði. Hann handaði eisini stovninum eina gávu.
Tummas Niclasen, arkitektur, var sera nøgdur við úrslitið sum tað stendur í dag. Og at enda bjóðaði Eir Norðberg øllum innar í stásiliga nýggja stovnin.
Tvøroyrar Hornorkestu, spældi sínar lívligu tónar og Tróndur Enni og Lív Næs spældu.
Í nýggja stovninum eru 4 stovur. Ein vøggustova, kallað Reiðri, tvær barnagarðsstovur, Látrið og Urðin og so frítíðarskúli, sum hevur fingið navni Rókin. Stóra felagshøli hevur fingið navni Hellið.
kelda: sudurras.fo
mynd; Rúni Thomsen