9. mars. Fjøruti riddarar, deyðir í 320. Keisarin Licinius gav boð um, at øll kristin skuldu avnokta trúnna. Fjøruti riddarar í Sebaste í tí núverandi Turkalandi vildu ikki gera eftir boðunum og vórðu settir naknir út á ein ísflaka, men teir valdu allir, uttan ein, heldur at frysta í hel enn at ganga frá trúnni. Sum veðrið var henda dagin, skuldi tað vera teir komandi 40 dagarnar.
Sverri kongur Sigurðsson doyði hendan dagin í 1202 í Bergen.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)