Tó at tað enn er bølamyrkt, tá tey flestu okkara fara upp um morgunin og heim seinnapart, so er dagurin nú yvir ein tíma longri enn stytsta dag, sum var 21. desembur.
Tá reis sólin klokkan 09.50 og setti 14.59, men í dag reis hon klokkan 09.29 og setur klokkan 15.44. Dagurin í dag verður tí 6 tímar og 14 minuttir langur.
Nógv munnu gleða seg til tann dagin, tá tað er toliliga ljóst, tá vekkarin ringir, men tey mugu bíða nakað enn. 20. februar er fyrsti dagurin, at sólin rísur áðrenn klokkan 08, ella tað vil siga, sólarris er klokkan 8 hendan dagin.
11. mars rísur sólin so áðrenn klokkan 7, og tað ger hon so aftur 29. mars. 25. mars flyta vit klokkuna, tískil hendir hetta tvær ferðir.
16. apríl rísur sólin so áðrenn klokkan 6, 6. mai áðrenn klokkan 5 og 29. mai áðrenn klokkan fýra.
Mong gleða seg eisini til longu summarkvøldini og longu í næstu viku setur sólin fyrstu ferð eftir klokkan 16.
12. februar er sólsetur fyrstu ferð eftir klokkan 17, 5. mars eftir klokkan 18, 27. mars eftir klokkan 20, 18. apríl eftir klokkan 21, 10. mai eftir klokkan 22 og 3. juni eftir klokkan 23.
Dagarnar leingjast alla tíðina, og longu 18. mars verður dagurin yvir 12 tímar. Hendan dagin er sólarris klokkan 06.35 og sólsetur klokkan 18.36. Tveir mánaðir seinni, 19. mai, er dagurin yvir 18 tímar langur. Tá er sólarris klokkan 04.23 og sólsetur klokkan 22.25.
Longsti dagur, 21. juni, er 19 tímar og 45 minuttir langur. Sólin rísur klokkan 03.36 og setur klokkan 23.21.