Umleið 1.000 fólk tóku lut í einum rennitúri fram við ánni herfyri, sambært AFP. Tað hevði verið óhugsandi fyri fáum árum síðani, tí áin var kend fyri sterkan anga og dálking.
Í nógv ár rann nærum alt spillvatnið hjá teimum mongu milliónunum í Santiago beinleiðis út í ánna.
Men eftir eitt stórt uppruddingartiltak er støðan nógv broytt.
Millum annað er ein 28 kilometrar long tunnelskipan gjørd, sum leiðir spillvatnið til reinsiverk. Reinsaða vatnið verður síðani latið aftur í ánna og brúkt til vatning.
Sambært AFP hevur verkætlanin bæði bøtt um náttúruna og minkað um vandan fyri sjúkum sum tyfus og hepatitis.
Endurbøtingin av ánni er partur av einari størri umskapan av Santiago, har íbúgvarnir eisini hava fingið eina 42 kilometrar langa súkklubreyt og fleiri nýggjar parkir fram við ánni.










