Ógreitt um lógarbroyting fer at ávirka støðuna hjá ákæruvaldinum

Ákæruvaldið vil ikki siga, um nýggja lógarbroytingin í djóravælferðarlógini fer at hava við sær, at ákærurnar móti einum sýslumanni og fleiri grindaformonnum í Hvannasundi verða sleptar.

Tað sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, við Kringvarpið.

– Vit bíða við at úttala okkum, til lógin er lýst og komin í gildi, sigur hon sambært Kringvarpinum.

Løgtingið samtykti seinnapartin við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti, at veiða og fiskiveiða ikki longur skulu vera fevnd av djóravælferðarlógini.

Í álitinum hjá vinnunevndini verður víst á, at lógarbroytingin kann fáa ávirkan á eldri mál, sum framvegis eru til viðgerðar hjá føroyskum myndugleikum.

Í álitinum stendur millum annað:

– Undir nevndarviðgerðini er upplýst, at henda lógarbroyting, um hon verður samtykt, fer at hava ávirkan á møgulig mál, sum eru til viðgerðar hjá myndugleikum, sum virka í Føroyum.

Nevndin vísir á, at sambært revsilógini skulu eldri lógarbrot, sum ikki eru endaliga avgjørd, metast eftir nýggju lóggávuni, um hon er mildari enn tann gamla.

Um hetta verður lagt til grund, kann tað fáa týdning fyri málið í Hvannasundi, har ein sýslumaður og fleiri grindaformenn eru ákærdir fyri brot á djóravælferðarlógina.

Grindamannafelagið hevur eisini skrivað, at felagið vónar, at ákærurnar móti grindafólkum nú verða sleptar av ákæruvaldinum.

Men ákæruvaldið vil enn ikki gera viðmerkingar til tann spurningin. Ákæruvaldið hevur áður upplýst, at málið er latið statsadvokatinum.