Eftir at landskappingin síðsta vikuskifti helt frí, er fótbóltur í Effo-deildini á skránni í kvøld, leygardagin og sunnudagin.
Síðsta vikuskifti hildu fýra lið frí. Skála og B36 spældu ikki, tí tey longu í fyrsta umfari vórðu varpað úr steypakappingini, og B68 og ÍF spældu ikki, tí fjórðingsfinalan á Svangaskarði varð útsett. Nú er tað greitt, at oyggjauppgerðin verður mikukvøldið 14. mai ella eina viku frammanundan at fyrru hálvfinalurnar verða spældar.
At spæla í landskapping og steypakapping er heilt hvør sítt. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini verður alt avgjørt í einum og sama dysti, meðan úrslitini í hvørjum einstøkum dysti telja við, tá ið landskappingin verður uppgjørd eftir 27 umfør, og tað fæst at vita, hvør er meistari, hvør hevur vunnið rætt at luttaka í altjóða kappingum, og hvør skal flyta niður.
Hvussu tað kann laga seg, tá ið trongda liðið í steypakappingini spennir álopsbogan, sást í fjórðingsfinalunum síðsta sunnudag.
Á Argjum legði heimaliðið verjukent fyri. Eftir at HB legði seg framum, royndi AB at svara aftur, men mótstøðan var ov stór, og so endaði tað við 2-0 HB sigri.
Í Gøtu royndi KÍ at spenna álopsbogan, eftir at Víkingur var komin framum. Tað var nær við og næstan, men í staðin økti Víkingur um leiðsluna. So slepti KÍ uppaftur meiri í verjupartinum, og tað endaði 3-0 til heimaliðið.
Í Streymnesi var heimaliðið illa kroyst. NSÍ var frammanfyri 3-0, og EB/Streymur legði nógv fyri í álopspartinum og legði lítið í verjuspælið. NSÍ hevði fleiri møguleikar at økja uppaftur meiri um leiðsluna. At tað ikki eydnaðist komst fyrst og fremst av, at EB/Streymur í René Tórgarð eigur ein tann besta – og kanska tann besta yvirhøvur – málverjan í Føroyum. At tað eydnaðist EB/Streymi at sleppa upp í part aftur og at javna og í yvirtíðini at skora sigursmálið til 4-3 komst fyrst og fremst av, at Arnbjørn Hansen, sum hevur meiri í sær enn nakar annar álopsspælari í Føroyum, við trimum málum staðfesti, at nú er hann komin fyri seg aftur eftir drúgvan skaðasteðg. Fyri møguleikarnar hjá EB/Streymi í bæði steypakappingini og landskappingini er tað avgerandi, at Arnbjørn ikki aftur verður darvaður av skaðum.
Gundadalur kappast um toppin
Eftir seks umfør er B36 topplið, og støðutalvan sigur, at HB er næstfremst. Hvørki liðið í Gundadali er higartil farið av vøllinum uttan úrtøku. B36 er oddalið, tí árstalsfelagið hevur vunnið fýra ferðir, meðan HB hevur vunnið tríggjar ferðir og tríggjar ferðir spælt javnt.
Enn er kappingin ung, og royndirnar frá undanfarnu árum vísa, at tað kann verða so skjótt, at tað sum vendir niður, fer at venda upp. Síðsta kappingarár er dømi um hetta. Tá ið 2013 kappingin var seks umfør gomul, var KÍ næstfremst – tvey stig aftanfyri oddaliðið HB . Tá ið 27 umfør vóru farin, var HB framvegis topplið, meðan klaksvíkingar vóru dotnir aftur á 8. plássið.
Um útgangsstøði verður tikið í støðutalvuni, so eru avbjóðingarnar næstu vikurnar hjá teimum báðu fremstu ólíkar. B36 skal spæla ímóti teimum trimum, sum í løtuni eru næst teimum báðum í Gundadali – EB/Streymi á heimavølli og KÍ og NSÍ á útivølli. HB skal spæla ímóti teimum trimum, sum í løtuni eru niðast á støðutalvuni – AB og B68 á útivølli og Skála á heimavølli.
Undan 7. umfari er B36 tvey stig undan HB. Um B36 eftir tíggju umfør framvegis verður tætt at oddasessinum, so hevur liðið við vandamiklasta álopinum – B36 hevur higartil skorað 16 mál (trý fleiri enn HB) – staðfest, at tað skal roknast við báðum feløgunum í Gundadali í kappingini um FM heitið.
Higartil hava bygdafeløgini ikki víst, at tað skal roknast við teimum í FM stríðnum. Tey hava ikki vunnið meiri enn aðru hvørja ferð. Undantakið er KÍ, sum hevur vunnið fýra ferðir, og sum nú fær møguleika í Runavík at vísa, at tað skal roknast við teimum bláu.
Finnur funnið flogið
Víkingur-ÍF sunnudagin klokkan 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
Sunnudagin tryggjaðu tvífaldu steypavinnararnir í Víkingi sær atgongd til hálvfinaluna í steypakappingini. Einki er at siga til, at Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen var ógvuliga lættur og fegin, tí gongdin í landskappingini hevur higartil verið trilvandi.
At tað hesa ferð koppaði Víkingi til fyrimunar, sum í undanfarnu uppgerðum ofta er koppað mótstøðuliðunum til fyrimunar, komst fyrst og fremst av, at nú er tað vorðið veruleiki, sum Finnur Justinussen fyri stuttum segði í hesum teigi:
-Tað ræður um at søkja møguleikarnar og so vóna, at tað fer at gleppa. Um hol kemur á, so venda málini aftur, segði Finnur Justinussen, sum nú hevur skorað fýra ferðir í tveimum dystum – í landskappingardystinum í Gundadali ímóti HB og í steypadystinum ímóti KÍ.
Merkisvert er tað, at hóast stigatalvan sigur, at fyrstu umførini ikki hava verið serliga sannførandi hjá Víkingi, so hava teir í Serpugerði vunnið úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar. Hetta saman við 3-0 sigrinum á KÍ gevur sjálvsálit undan vitjanini úr Fuglafirði.
Higartil hevur ÍF spælt fimm ferðir á heimavølli og bara eina ferð á útivølli. Seinast var tað stórt vónbrot, at B36 vann 5-2 í Fløtugerði eftir í eina løtu at hava verið frammanfyri 4-0.
Hóast avhølvingina letur Albert Ellefsen ikki so illa at:
-Vit spældu ímóti framúr góðum B36 liði. Í hálvleikinum var 3-0, og tá segði eg við mínar menn, at vit høvdu tapt, og at vit kundu brynja okkum til framtíðina við góðum avriki í 2. hálvleiki. Eg eri nøgdur við, at tað í 2. hálvleiki endaði 2-2.
Í fjør vann Víkingur tvær ferðir á heimavølli við einum máli ímóti ÍF.
Vónbrotið skal vaskast burtur
NSÍ-KÍ leygardagin klokkan 18.00
Dómari: Páll Augustinussen
Einasta uppgerðin leygarkvøldið verður tann við Løkin í Runavík, har NSÍ fær vitjan av KÍ.
Felags fyri hesi bæði liðini er, at úrtøkan í fyrstu umførunuym í landskappingini hevur verið hampulig – KÍ er á triðja plássi við 12 stigum, og NSÍ er á fjórða plássi við 10 stigum – og at tað í fjórðingsfinaluni í steypakappingini síðsta sunnudag endaði við tapi.
- Tað sá gott út, tí vit vóru frammanfyri 3-0, tá ið tað restaðu gott og væl tíggju minuttir. Vit høvdu tað í pottinum, og møguleikar vóru fyri uppaftur størri leiðslu. Tí var talan um øgiligt vónbrot, tá ið tað endaði við tapi. At vit í tveimum dystum við Margáir hava víst, at vit spæla betri enn EB/Streymur, kunnu vit ikki brúka til nakað í steypakappingini, men í landskappingini kunnu vit taka góðu avrikini við okkum, og nú snýr tað seg um KÍ við Løkin, staðfestir Helgi L. Petersen, sum er hjálparvenjari hjá NSÍ.
Higartil í ár hevur NSÍ spælt tvær ferðir á heimavølli, og úrtøkan er tveir sigrar við málmuninum 4-0.
Í Klaksvík royna teir av vaska 3-0 steypatapið í Gøtu av sær, meðan teir umhugsa, hvussu farast skal undir avbjóðingina í Runavík.
- Vit spældu 4-4-2 í Gøtu, eftir at tað tvær ferðir hevði riggað væl í landskappingardystum á heimavølli. Tað riggaði ikki hesa ferð, og tí skiftu vit aftur til 4-3-3 í 2. hálvleiki. Kanska eiga vit at hugsa meiri um mótstøðuliðið, og hvussu tað spælir, heldur KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør.
Í fjør vóru uppgerðirnar millum NSÍ og KÍ í Runavík ógvuliga undirhaldandi. KÍ vann 3-2 fyrru ferðina, og NSÍ vann seinnu ferðina 4-3.
Botnurin á Svangaskarði í kvøld
B68-Skála fríggjadagin klokkan 18.30
Dómari: Eiler Rasmussen
Í kvøld fær B68 vitjan av Skála. Talan er um uppgerð millum uppflytararnar, og støðutalvan sigur, at tað eru botnliðini, sum bresta saman. Gongdin higartil kundi bent á, at tað verða hesi bæði liðini, sum saman við AB skulu kappast um at sleppa undan niðurflytingini.
Fyri B68 var talan um lyklasigur í síðsta umfari, tá ið tað eydnaðist at vinna 3-2 á heimavølli ímóti AB. Tá var stinni miðverjin Mads Rosenberg leikbannaður. Nú er hann tøkur aftur.
Eftir 1-1 ímóti bæði AB og Víkingi tapti Skála seinast 1-0 í Klaksvík.
Felags fyri venjararnar báðar, Jógvan Martin Olsen í B68 og Eliesar Olsen á Skála, er, at teir halda, at tað hevur gingið rætta vegin, hóast úrtøkan ikki hevur verið so stór, og at teir halda, at tað serliga eru royndirnar í fremstu røð, sum resta.
Tað er stuttligt at vera í EB/Streymi
B36-EB/Streymur sunnudagin klokkan 17.15
Dómari: Ransin N. Djurhuus
EB/Streymur fær í Gundadali seint seinnapartin sunnudagin høvi at vísa, at tað ikki bara er í steypakappingini, at tað kann ganga væl. Í landskappingini hevur tað tvær tær seinastu ferðirnar verið soltið. Eftir 3-0 tap í Fuglafirði endaði tað við málleysum javnleiki á heimavølli ímóti NSÍ, sum hevði góðar møguleikar at vinna øll stigini.
Framúr síðsta løtan í steypadystinum ímóti NSÍ styrkir um vónirnar, nú EB/Streymur skal royna seg á útivølli ímóti toppliðnum B36:
- Hatta var fantastiska stuttligt. Vit spældu ikki væl í 1. hálvleiki ímóti NSÍ. Men tá ið vit minkaðu um munin til 3-1, kendist fjáltur at koma á mótstøðumenninir, og so eydnaðist tað kortini, hóast tað leingi sá svart út. Í EB/Streymi geva teir ikki skarvin yvir, og tað kemur væl við, at vit hava so vandamiklar álopsspælarar, sigur Jónas Þór Næs. Eftir fleiri ár í útlegd er hann aftur í føroysku kappingini og í EB/Streymi. Tá ið hann seinast spældi í føroysku kappingini, umboðaði hann B36. Tað var í 2010.
Í B36 hvíldu teir frá kappingum síðsta vikuskifti. Tá var teambuilding, sum tað verður rópt, á skránni. Higartil hevur tað gingið sum eftir ánni. Tølin tala fyri seg. Síðstu tvær ferðirnar hevur talan verið um útisigrar – 4-2 á Toftum og 5-2 í Fuglafirði. Serliga í 1. hálvleiki í Fuglafirði í 6. umfari var talan um sannførandi avriki.
Tindurin er vunnin, hóast fleiri í verjuni hava verið skaðaplágaðir. Nú sær betri út, tí Klæmint Matras er komin fyri seg aftur.
HB venjarin kann velja og vraka
AB-HB sunnudagin klokkan 15.00
Dómari: Lars Müller
HB er ikki meiri enn komið heimaftur um ánna, so liggur leiðin út aftur á Argir. Sunnudagin endaði tað við sannførandi 2-0 sigri í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. AB miðvallarin Kári Nielsen heldur, at bæði dygdin og breiddin á HB liðnum var avgerandi:
- Á pappírinum er stórur munur á liðunum. Teir settu í 2. hálvleiki Símun Samuelsen, Levi Hanssen og Trónd Jensen inn. Hetta eru spælarar, sum alla aðra staðni høvdu verið sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu. HB hevur eitt sera gott lið, men tá vit royndu at leggja meiri í álopspartin í 2. hálvleiki, høvdu vit einstakar møguleikar, sum vit ikki megnaðu at fáa úrtøku burturúr. Tað mugu vit, um vit skulu hugsa um at fáa stig hesa ferð, heldur AB miðvallarin.
HB er altíð favorittur ímóti AB. Í fjør var úrslitið 3-1 í fyrra dystinum á Argjum. Púra óvæntað var tað, tá ið AB í 22. umfari vann 2-1 á FM favorittunum.
Sambært Andrew av Fløtum vóru teir í HB ikki heilt álvuligir við støðuna síðsta sunnudag, fyrrenn tað tíggju minuttir undan leikloki eydnaðist honum at økja til 2-0. Men talan var als ikki um AB hóttan:
- Tá støðan framvegis er munur upp á eitt mál, so kann alt koma fyri. Vit hildu upp á bóltin. Ferðin var ikki høg, men tað eydnaðist teimum illa at fáa bóltin frá okkum. Nú fara vit út aftur í áliti á, at tað aftur skal eydnast at vinna fulla úrtøku, men sjálvandi skulu vit arbeiða fyri søkini, sigur HB veteranurin.
HB er FM favorittur og ósigrað, og í flestu førum hevur HB stóran part av tíðini verið leikliga omaná. Men fleiri ferðir hevur tað kiksað síðstu løtuna, tá ið sigurin er gloppin av hondum. Síðsti landskappingardysturin, sum var á heimavølli ímóti Víkingi, er gott dømi um hetta. Tá var HB greitt omaná og frammanfyri 2-0, inntil tað restaðu tjúgu minuttir. Kortini endaði tað 2-2!