Damgaard letur upp e-handil

Smátíðindi

KT-risin Damgaard, ið millum annað ger fíggjarskipanina Concorde, fer nú í gongd við e-handil, og hevur í hesum sambandi keypt 10 % av partabrøvunum í e-handilsfyritøkuni proAcitv.

  Partabrøvini eru mett til 100 milliónir krónur, har Damgaard sostætt eigur fyri 10 milliónir í partabrøvum. Ætlanin við partabrævakeypinum er at fáa atgongd til nýggjastu tøknina innan e-handil, verður sagt í almennum tíðindaskrivi frá fyritøkuni.

Vit hava ongar ætlanir um at reka nethandil, men við hesi íløgu verða vit medeigarar í fyritøku, sum hevur sett e-handil ovast á breddan. Hetta fer at geva okkum vitan, ið vit kunnu nýta í menningini av nýggjum handilsskipanum, sigur Preben Damgaard.

  Síðan stovnanina í 1997 er ProActive vaksið munandi. Felagið hevur ment tøkniliga infrastrukturin hjá millum øðrum IBM, Lego, Vubi.com, HABURI.com og fløguhandlinum Boxman. Málið er at fáa ein umsetning uppá 100 milliónir í ár.

  Vit eru í stórari menning, og ynskja at vinna størri førleika við alheims menningarskipanum. Við nýggjum kapitali og førleikanum hjá Damgaard, eru vit rustaðir til nýggjar útfordringar, sigur stjórin hjá ProActive, Max Swejbæk.