Í fjør – heilt fram í november - varð einki tosað um Dan Brimsvík í B36, og inntil eftir ársskiftið varð einki tosað um Jonas Dal Andersen í HB. Nú eru teir báðir venjarar í Gundadali, og seinnapartin hittast teir fyrstu ferð í landskappingardysti.
Spælararnir kennast væl, sum seinnapartin sunnudagin bresta saman í Tórsvølli. Eitt er, at teir eru grannar og venja á sama vølli, og eitt annað er, at tað á báðum liðum eru spælarar, sum hava umboðað mótstøðuliðið.
Á HB liðnum eru Hørður H. Askham, Stefan Radosavljevic og Michal Przybylski, sum áður hava spælt við B36, og Tróndur Vatnhamar er málmansvenjari. Tað var hann í B36 í fjør. Á B36 liðnum eru Sebastian Pingel og Mattias Lamhauge, sum áður hava spælt við HB. Lítil ivi man vera um, at Mattias Lamhauge, sum vardi B36 málið í 2-0 sigrinum í Sørvági, verður á beinkinum ímóti HB. Símun Rógvi Hansen, sum var fastur maður í málinum í fjør, er tøkur aftur eftir leikbann.
Kappingin er bara eitt umfar gomul, og bæði HB og B36 hava fulla úrtøku. Tað plagar at ganga javnt á, tá ið grannarnir í Gundadali hittast, men soleiðis var tað ikki í fjør. Tá vann HB allar tríggjar dystirnar við samantalt 8-3 – 4-2, 2-0 og 2-1.
Samantalda úrtøkan hjá HB, sum vann FM, var 69 stig. Samantalda úrtøkan hjá B36, sum endaði á fjórða plássi og uttan rætt at luttaka í europeisku kappingunum í summar, var 59 stig. Teir í B36 ynskja ógvuliga fegnir at vinna á HB. Um teir høvdu vunnið tveir av dystunum í fjør, so høvdu teir havt fleiri stig enn HB, og tey 65 stigini høvdu verið nóg mikið at vinna FM heitið frammanfyri NSÍ, sum fekk 63 stig og HB, sum so hevði havt 63 stig.
-Tað er altíð nakað heilt serligt at spæla ímóti HB. Í Sørvági sást, at nýggju spælararnir markeraðu seg væl. Um vit skulu vinna ímóti HB, so er tað neyðugt við neyvum og skjótum spæli fyri at fáa mál og samstundis at hava tol, tá ið tað er neyðugt og at sleppa undan persónligum mistøkum, sum ímóti HB kunnu vera heilt kostnaðarmikil, sigur nýggi B36 venjarin Dan Brimsvík.
Hjá B36 eru hesir ikki tøkir í dag: Eli Falkvard Nielsen (krossbandið), Bárður Olsen (knæið 3 – 4 vikur), Andrass Johansen (knæið 3 – 4 vikur) og Jóhann Hansson Joensen (lærkrikin óvist).
Málverjin Símun Rógvi Hansen er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í fyrsta umfari.
- Vit eru við at læra nýggju spælararnar at kenna. Ímóti NSÍ riggaði tað væl stóran part av tíðini, og tá ið tað eina løtu undan steðginum ikki riggaði, so eydnaðist tað at rætta upp á tingini. Í vinstru síðu hava Adrian Justinussen og eg spælt saman í fleiri ár, og tað er sjálvandi ein fyrimunur, sigur Dan í Soylu, sum skoraði tvey mál í 5-2 sigrinum ímóti NSÍ. Tá skoraði Adrian Justinussen eitt mál, og hann legði upp til mál.
Hjá HB eru hesir kaddir: Heðin Hansen (vøddaskaði 3 vikur), Mads Boe Mikkelsen (vøddaskaði 1 vika) og Pætur J. Petersen (knæið 3 vikur).
Í vikuni varð boðað frá, at HB hevur keypt ein nýggjan miðvallara. Hann eitur Sunday Odeh og er ættaður úr Nigeria.