Í gjárkvøldið avgjørdi dómarin, at tað var ikki ráðiligt at spæla fótbólt á Svangaskarði, har tað bæði var vindur og regn. Í kvøld vóru líkindini góð, tá ið Leivur Zachariassen bríkslaði fyri fyrstu ferð, og sólin skein og lotið órógvaði ikki.
Nú hevur dómarin bríkslað fyri síðstu ferð, og í góðveðrinum vísir máltalvan 0-1. Í HB leguni fegnast teir, og tað kennist vera stórur lætti um fyrsta sigurin síðani 12. apríl, tá ið HB vann 2-1 á útivølli ímóti EB/Streymi.
Sigurin ber við sær, at HB hevur 14 stig, meðan B68 framvegis hevur 11 stig.
Einasta málið skoraði Dan í Soylu, sum í kvøld var sentralur miðvallari, tá ið 10 minuttir vóru farnir.
-Vit pressaðu frammarlaga, tá ið tað eydnaðist Ása Dam at vinna bóltin, og tá ið hann spældi av baklinjuni og út til mín, eydnaðist tað umvegis tvørtræið at fáa bóltin í málið. Tað var hugaligt fyri fyrstu ferð í ár at vera málskjútti, men uppaftur hugaligari er tað, at vit loksins aftur vunnu trý stig, sigur fegni málskjúttin í samrøðu við FM1 útvarpið.
Hjá HB var tað kærkomin styrkur, at Ási P. Dam og Heini Sørensen nú vóru so væl fyri, at teir vóru førir fyri at vera millum teir fyrstu ellivu.
HB legði bragdliga fyri, og gestirnir vóru omaná fyrstu løtuna. So svaraði heimaliðið aftur, og fram ímóti steðginum vóru fleiri royndir ímóti HB málinum. Í fleiri førum blokeraðu miðverjarnir Áki Johannesen og Amidou Diop, sum vóru eyðsýndir.
Eftir steðgin var tað ikki so skipað og talan var um nógv mistøk og fáar støður og møguleikar, og tað eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa spæl í frammanfyri miðjuna.
-Vit eru vónbrotnir, tí vit hava vunnið ímóti HB her á Svangaskarði fyrr í ár. Serliga í fyrra hálvleiki spældu vit okkum til góðar málmøguleikar, og á einum góðum degi hevði Sebastian Lau Nielsen fingið fleiri mál úr møguleikunum, sum hann royndi seg við, staðfestir B68 liðformaðurin Hanus Højgaard.
Leygarkvøldið fær B68 vitjan av B36, og í Gundadali fær HB vitjan av Víkingi.











