Team Klaksvík skrivar á facebookvanga sínum:
- Aftur í ár fara Team Klaksvík legendurnar at spæla dyst á Norðoyastevnu. Í fjør var um reppið at teir vunnu dystin, og í ár hava teir bjóðað Kyndils legendum av.
Kvikleikin er møguliga ikki tann sami sum fyrr, men undirhaldsvirðið hevur ongantíð verið hægri!
Kom í KÍ høllina fríggjakvøldið 29. Mai. Kanska tú ert heppin at síggja eitt legendariskt hoppskot frá Fríðin Ziskason, ella ein lekkran skrúvubólt frá Jón Jacobsen.
Dysturin byrjar klokkan 19 fríggjakvøld á Norðoyastevnu. Skrivar Team Klaksvík.
##med2##












