Eftir ætlan skuldi 3. viðgerð av málinum um Framtaksgrunnin vera í tinginum fyrrapartin í gjár, men tað varð av ongum.
Suni Jacobsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur orsøkina vera at málið skal kannast enn einaferð. Trupullekin er, at tingið setir sum treyt, at viðtøkurnar skulu broytast, fyri at ganga við til at konvertera lánspening til eginogn. Tann, sum kann broyta viðtøkurnar eru bert løgmaður og forsætisráðharrin
- Tað merkir, at tær treytir sum vit seta í tinginum, skulu verða gjøgnumførligar, sigur Suni Jacobsen.
Eftir hvat skilst, so eru tað danir, sum hava lagt seg út í málið. Teir vilja ikki góðtaka treytirnar hjá tinginum.
- Vit hava fingið skriv frá Búskaparmálaráðnum í Danmark, har sagt verður, at tann treytin, sum fimm tingmenn settu fram, um at siga nevdarlimir úr starvi, ikki er í samsvar við andan í grunnaskipanini.
- Vit ynsktu eisini at fáa Framtaksgrunnin skrásettan í Føroyum, og at Fíggjareftirlitið og Landsgrannskoðanin skulu fáa innlit, sum teir biða um.
- Búskaparmálaráðið vísir til, at vit ikki kunnu fáa bæði, sigur Suni Jacobsen.
Hann visir til, at um grunnurin er skrásettur í Føroyum, er hann undir lógini um vinnurekandi grunnar. So er lógin um vinnurekandi grunnar galdandi, og Skráseting Føroya hevur eftirlitið.
- Um so er, so kunnu vit ikki samstundis siga, at Fíggjareftirlitið og Landsgrannskoðanin skal hava eftirlitið, sigur Suni Jacobsen. Hann hevur tí tikið málið av skránni, fyri enn einaferð at kanna viðurkiftini.
Málið skal verða avgreitt áðrenn 21. november.