Danir og grønlendingar ikki samdir kortini

Per Stig Møller, uttanríkisráðharri skuldi almannakunngera semjuna um radaran í Thule sum lið í amerikansku rakettverjuskipanini í dag, men tað verður av ongum, tí partarnir eru ikki samdir kortini.

Um vikuskiftið skuldu danir og grønlendingar leggja seinastu hond á semjuna um radarstøðina í Thule sum lið í amerikansku rakettverjuskipanini, men í gjár noyddust partarnir at ásanna, at teir kundu ikki semjast kortini.

Fríggjadagin kunngjørdu Per Stig Møller, uttanríkisráðharri og Hans Enoksen, landsstýrisformaður, at teir vóru vorðnir samdir um, at Danmark og Grønland skuldu metast sum tveir javnbjóðis partar í Thule-málinum. Men sambært grønlendska útvarpinum kundu teir báðir ikki semjast, tá sjálv orðingin um semjuna skuldi festast á blað, og tí tað er ein spurningur, um grundlógin loyvir javnbjóðis støðu í uttanríkispolitiskum viðurskiftum.

Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður segði í gjár, at samráðingarnar vóru endaðar úrslitaleysar, tí uttanríkisráðharrin hevði ilt við at halda tey føgru orðini um javnbjóðis støðu. Hin grønlendski fólkatingsmaðurin, Kubik Kleist, helt, at Per Stig Møller hevði malið seg sjálvan upp í ein krók, sum hann tók til.

Í Nuuk hevur Lars Enoksen boðsent landsstýrismonnunum til fundar um málið, og Per Stig Møller sigur, at hann fer til Grønlands at taka samráðingarnar uppaftur.