Hagtølini hjá tollverkinum vísa, at í fjør løgdu tollararnir á Sælandi hald á 67.000 fløskur av brennivíni. Hetta var 30.000 meiri enn árið fyri. Tað sama er við sigarettunum, og í fjør løgdu tollararnir í Rødby hald á heilar 650.000 sigaretttir.
- Fólk halda, at tollararnir hvurvu, tá passeftirlitið varð tikið av, og tað er hugvekjandi, at vit hava lagt hald á nógv meiri brennivín og nógv fleiri sigarettir, sjálvt um vit ikki hava fleiri tollarar, og sjálvt um vit ikki kanna fleiri ferðafólk enn fyrr, sigur ein talsmaður hjá tollverkinum á Sælandi.
Hann leggur afturat, at fyrr plagdu fólk at hava tvær ella tríggjar fløskur av brennivíni við sær, tá tey komu í land, men í dag er vanligt, at fólk royna at smugla einar tíggju fløskur. Umframt tað hava tey fleiri kartengur av sigarettum við sær.
Sambært tollverkinum royna donsku ferðafólkini at fáa nakrar eyka sigarettir við sær í land, meðan tað serliga eru sviar, sum royna at smugla brennivín.
Reiðaríið Scandlines, sum eigur ferjurnar, eru sera fegið um ta nógv øktu søluna umborð. Men ikki allir danskir politikarar eru líka fegnir um, at tað almenna reiðaríið reypar um ta góðu søluna, samstundis sum smuglingin gerst ein størri og størri trupulleiki. Formaðurin í Fólkatingsins skattanevnd, Jens Peter Vernersen, heldur tað vera bæði harmiligt og skammiligt, at reiðaríið skal reypa um gongdina.