Dánjal og ÍBV eru eitt stig frá oddasessinum

ÍBV vann spennandi og málríkan dyst á Afturelding í kvøld

Dánjal Ragnarsson fekk ikki nakað mál fyri ÍBV í kvøld hóast hann hevði onkra málroynd í heimadystinum móti Afturelding í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við 32-30 sigri til ÍBV. Í steðginum var ÍBV á odda 17-13. Seinastu løtuna vann Afturelding seg frá 28-31 uppá 30-31, men fá sekund undan leikloki eydnaðist tað Degi Arnarssyni at tryggja ÍBV sigurin.

 

ÍBV hevur nú 10 stig fyri seks dystir, og er bert eitt stig frá oddaliðunum, Haukar og Valur sum hava 11 stig.

 

Komandi mánakvøld spælir ÍBV móti júst Haukum á útivølli.