Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í Úlfarsárdali tapti Fram greitt 24-33 fyri Stjörnuni. Í steðginum var Stjarnan á odda 21-15. Jóhannes Bjørgvin er uttanfyri hjá Stjörnuni við skaða.
Dánjal var saman við Ívari Loga Styrmissyni næstbesti málskjúttin hjá Fram. Teir skutu fýra mál hvør.
Fram er nummar átta í deildini við 10 stigum.
Komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir Fram dyst á útivølli í bólki D í EHF European League. Mótstøðuliðið verður portugisiska liðið, Porto.











