Wisla Plock megnaði javnleik móti oddaliðnum á útivølli

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir eru triðfremst

 

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock høvdu í kvøld eina sera torføra uppgávu í bestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Teir høvdu dyst á útivølli á skránni móti oddaliðnum, Gornik Zabrze, ið hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum.

 

Dysturin í Zabrze endaði tó við javnleiki 1-1. Tá ein stórur tími var leiktur legði Łukasz Sekulski Wisla Plock á odda 1-0. Heimaliðið javnaði til 1-1 eitt korter seinni.

 

Frá Flashscore/Soccerstand fær Andrias besta karakterin av øllum leikarunum hjá Wisla Plock. Andrias fær 7,5 (av 10 møguligum). Frá Sofascore fær Andrias næstbesta karakterin av øllum leikarunum hjá Wisla Plock. Frá Sofascore fær Andrias 7,3 (av 10 møguligum).

 

Wisla Plock er triðfremst í deildini við 27 stigum. Gornik Zabrze er fremst við 30 stigum. 

 

Sunnukvøldið 30. november klokkan 19.15 hevur Wisla Plock heimadyst móti Lech Poznan.