Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram spældu í kvøld dyst á útivølli á Akureyri móti Þór í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Fram vann stórsigur 34-20. Í steðginum var støðan 17-11 til Fram.
Dánjal var við fýra málum triðbesti málskjúttin hjá Fram.
Fram er nummar seks í deildini við 12 stigum.
Komandi hóskvøld klokkan 18.30 tekur Fram á heimavølli móti Selfossi.











