Tað er hálvleikur í seinasta dystinum í HM-millumbólki 2 millum Føroyar og Ísland í Westfalenhalle í Dortmund í Týsklandi.
Støðan er 16-14 til Ísland. Eitt skiftið var Ísland frammanfyri við seks málum, og var føroyski landsliðsvenjarin, Claus Mogensen sá seg noyddan at brúka tvey leikbrá, og hevur sostatt bert eitt leikbrá eftir til seinna hálvleik.
Annika Fríðheim Petersen kom inn fyri Rakul Wardum at verja málið. Og við fimm bjargingum hevur Annika gjørt sítt at steðga bløðingini, ið var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Ísland var á odda 13-7.
Alt er opið til seinna hálvleik, men tað sá svart út eitt tíðarskeið í fyrra hálvleiki.
Føroyar: Jana Mittún 5, Pernille Brandenborg 2, Maria H. Weyhe 2, Súna Krossteig Hansen 2, Rannvá Olsen 2, Lív Sveinbjørnsdóttir 1.
Bjargingar: Rakul Wardum 1, Annika Fríðheim Petersen 5.











