Hóskvøldið dømdi spanski La Liga dómarin, Javier Alberola Rojas minniliga dystin millum Føroyar og Montenegro, har okkara vunnu ein minniligan 4-0 sigur.
Tá okkara møta Kekkia í tí sjeynda HM-undankappingardystinum í bólki L á Tórsvølli verður tað aftur ein dómari úr einari evropeiskari topp-5 ligu, ið fer at leiða uppgerðina.
Dómarin hesaferð verður italski Seriu A dómarin, Andrea Colombo sum fylti 35 ár farna sunnudag.
Andrea Colombo hevur dømt í Seriu A síðani 2021, og hevur áðrenn tað dømt í lægri italskum deildum. So hann skuldi verið vanur við eitt sindur av hvørjum.
FØROYAR-KEKKIA
Dómari: Andrea Colombo ITA
Hjálpardómari 1: Giovanni Baccini ITA
Hjálpardómari 2: Davide Imperiale ITA
Fjórði dómari: Luca Pairetto ITA
VAR dómari: Aleandro Di Paolo ITA
VAR hjálpardómari: Daniele Doveri ITA
UEFA dómaraeygleiðari: Michaíl Koukoulákis GRE
UEFA umboð: Florin Prunea ROU