Danmark: 300 flóttafólk horvin

Síðstu dagarnar eru hundraðtals flóttafólk komin til Danmarkar, men ongin veit hvar 300 teirra eru nú

Størsta flóttafólkakreppan í nýggjari tíð hevur seinastu dagarnar merkt Danmark. Umleið 1150 flóttafólk eru komin til landið síðani sunnudag, harav umleið 800 eru komin gjøgnum havnarbýin Rødby.


Støðan gerst heldur serlig við tað, at tey flestu flóttafólkini sýta fyri at steðga í Danmark, men vilja sleppa víðari til Svøríkis, har tey ynskja at søkja friðskjól. Av tí sama nokta tey at taka móti hjálp frá donsku løgregluni, men eru farin til gongu eftir motorvegnum til Svøríkis.


Í morgun skriva fleiri danskir miðlar, at 300 av teimum flóttafólkunum, ið eru komin til landið seinastu dagarnar, nú eru horvin.


Við Danmark Radio sigur løgregluovastin í Sydsjællands og Lolland-Falsters Politi, Kim Kliver, at talan helst er um danir, ið hóast tað ólógligt, hava hjálpt flóttafólkum til Svøríkis.


- Vit hava frætt, at tað eru fleiri privatir borgarar, ið hava hjálpt útlendingunum víðari. Tað er møguliga forkláringin, hóast vit hava ávarað, at tað faktiskt er ólógligt, sigur Kim Kliver við Danmark Radio.


Sambært Ritzau, so hava svenskir myndugleikar skrásett, at 230 flóttafólk eru komin til Malmø síðani mánadagin. Tað er tó óvist, um tey 230 flóttafólkini eru partur av teimum 300, ið eru horvin í Danmark.