Danmark var undan HM-endaspælinum í honbólti hjá monnum mett at vera millum sterku liðini í endaspælinum, men statistikkurin var ikki við teimum. Ikki síðani 1982 hevur Danmark megnað at spælt seg til hálvfinalurnar í einum HM-endaspælið, og tí vóru nógv sum væntaðu, at Danmark enn einaferð fór at floppa.
Í innleiðandi bólkinum var eisini nær við, at Danmark reyk út. Eftir eitt óvæntað og helst eisini óneyðugt tap fyri Ungarn, máttu danir út í ein altavgerandi dyst ímóti Noreg, sum skuldi vinnast, um teir ætlaðu sær víðari. Danmark vann dystin við tveimum málum, og so vóru teir klárir til millumspælið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sigurin á heimsmeistarunum legði grundina
Í millumspælinum legði Danmark út við at tapa fyri olympisku meistarunum, Kroatia, men eftir hetta kom gongd á. Fyrst vunnu teir á heimsmeistarunum úr Spania, og hetta gjørdist byrjanin til nakað stórt. Eftir hetta tryggjaðu teir sær víðari luttøku til fjórðingsfinalurnar, tá teir vunnu á Russlandi, og í síðsta dystinum í millumspælinum vunnu teir enn einaferð. Hesa ferð var dysturin ímóti Kekkia, og við trimum sigrum á rað eydnaðist Danmark at koma uppá annað pláss, sum gjørdi, at teir skuldu møta Íslandi í fjórðingsfinaluna, og so var lagt upp til eitt stórt norðurlendskt hondbóltsbrak.
Sum flest øllum kunnugt, so vann Danmark fjórðingsfinaluna ímóti Íslandi eftir ein sera dramatiskan dyst, har liðini máttu út í longda leiktíð, áðrenn Lars Møller Madsen tryggjaði Danmark sigurin í seinasta sekundinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Traktorurin er klárur
Eftir sjey minuttir av dystinum ímillum Danmark og Ísland mundu nógvir danir halda ondini heima í stovunum. Tá small stóra stjørnan á danska landsliðnum, Joachim Boldsen, í gólvið. Traktorurin, sum hann verður róptur, tók seg til knæðið, og her sá ikki gott út. Boldsen noyddist av vøllinum, og hann kom ongantíð innaftur í dystin.
Ein dag eftir íslandsdystin hevur hann tó melda seg kláran til hálvfinaluna ímóti Póllandi. Boldsen segði, at hann bert hevði fingið eitt hart slag yvir knæðið, og tí hevði hann so ilt undir dystinum. Hetta eru sanniliga góðar nýggjheitir fyri danir. Boldsen er nevniliga stóra stjørnan á liðnum, og uttan hann, so tykist danska liðið ikki koyra heilt optimalt. Í dystinum ímóti Íslandi tóktist saknurin í serliga verjupartinum at vera sera stórur.
Nú sigur traktorurin seg tó vera kláran aftur, og hetta er heilt sikkurt við til at økja um vónirnar hjá dønum. Nú ætla teir sær í finaluna um heimsmeistaraheitið.