Sambært IBM og Economist er Danmark oddaland, tá tað snýr seg um at fáa fíggjarligan vinning úr KT-tøknini Tilsamans 70 lond eru við í metingini, og hjá Danmark er talan um framburð, tí í fjør var landið á fimta plássi, sigur DR.
Karlheinz Kautz, sum er professari á handilsháskúlanum í Keypmannahavn, heldur, at danir eiga at vera stoltir av oddaplássinum. Sjálvur er hann týskari, men flutti til Danmarkar, tí granskingin innan KT er fremri í Danmark enn í Týsklandi, sigur hann við DR.
Londini, sum eru á plássunum aftan á Danmark, eru Svøríki, Niðurlond, Noreg og USA.