Allir teir avgerandi dystirnir í bólkaspælinum, vera hesar dagarnar spældir í Russlandi, og klokkan 15:00 í dag fóru seinastu dystirnar í bólki C av bakkastokki, tá Frakland og Danmark brustu saman í tí eina dystinum, meðan Australia og Peru brustu saman í hinum dystunum.
Undan dystinum var greitt, at um Peru vann móti Australia, hevði Danmark tryggja sær víðari luttøku úr bólkaspælinum. Og danir sluppu frá at hugsa um sín egna setning í dystinum móti Fraklandi í dag, tí Peru vann nevniliga móti Australia við 2-0.
Í dystinum hjá Danmark móti Fraklandi, endaði tað við málleysum 0-0 javnleiki, sum bæði liðini eftir dystin vóru nøgd við. Við 0-0 javnleikinum, endaði Frakland ovast í bólki C, meðan Danmark endaði næstfremst við fýra stigum.
Sermerkt við málleysa javnleikinum var, at hetta var fyrsti dysturin til HM-endaspælið í Russlandi, at ein dystur er endaður við málleysum javnleiki.
Seinni í kvøld fæst at vita, hvørjum Frakland og Danmark møta í áttandapartsfinaluni, tá bólkur D verður avgjørdur.
Australia – Peru 0-2 (0-1)
Danmark – Frakland 0-0 (0-0)