Fýra dystir vóru leiktir í EM endaspælinum í hondbólti í dag. EM-endaspælið verður leikt í Póllandi.
Í bólki D leikti Danmark ímóti Russlandi í Gdansk. Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til steðgin var javnleikur 13-13. Danmark setti tó tingini uppá pláss í seinna hálvleiki, og vann 31-25. Venjarin, Guðmundur Guðmundsson setti Mikkel Hansen á beinkin allan seinna hálvleiki, og gav Michael Damsgaard møguleikan. Danski miðlarnir gera nógv burturúr hesum, tí Mikkel Hansen er tann størsta stjørnan Danmark hevur. Í bólki D vann Ungarn 32-27 (16-12) á Montenegro.
Í bólki C fekk Svøríki eina góða byrjan uppá EM-endaspælið við einum 23-21 sigri á Slovenia. Í fyrra hálvleiki var Svøríki flúgvandi, og var á odda heili 16-9 í steðginum. Tað haltaði hjá Svøríki í seinna hálvleiki, og Slovenia kom meir inn í dystin, men tað bar heim við einum sigri. Í bólki C vann Spania 32-29 (18-15) á Týsklandi.