Danmark rann Montenegro umkoll

Montenegro tók øll á bóli í gjár, tá ið tað eydnaðist teimum at fáa javnleik 25-25 móti Russlandi. Í kvøld var tó eingin náði, tá ið Danmark hølvaði teir av 32-24, eftir hálvleiksstøðuna 18-9. Sigurin var ongantíð í vanda, og sigurin kundi lættliga verið nógv størri. Hálvi føroyingurin á danska landsliðnum, Hans Lindberg, skoraði fimm mál, áðrenn hann varð settur á beinkin allan seinna hálvleik.

Danska verjan sovnaði móti endanum av dystinum, og hetta hóvaði ikki venjaranum Ulrik Wilbek, sum kallaði time-out stutt fyri leiklok, og gav leikarum sínum nøkur borgarlig orð.

Danmark hevur tó allar grundir til at frøðast, tí eitt størri undur skal henda, um teir ikki koma víðari til miðumfarið. Teir møta sunnudagin Russlandi, og vinna teir her, eru teir víðari. Vinna teir ikki, kunnu teir bara rúka úr, um Montenegro vinnur á Noregi, og sannlíkindini fyri hesum eru sjálvsagt sera lítil.

 

Hini úrsliti úr EM í dag:

 

Bólkur A:

Kekkia ? Kroatia 26-30 (13-13)

Pólland ? Slovenia 33-27 (23-14)

 

Bólkur B:

Noreg ? Russland 32-21 (15-10)

Danmark ? Montenegro 32-24 (18-9)

 

- Liðini í bólki C og D leika í morgin.