Danmark vann tann ógvuliga dramatiska nervadystin ímóti Noregi við einum máli. Danmark vann 24-23 aftaná at hava verið aftanfyri 11-15 í stegðinum.
Í øllum dystinum var Danmark bert á odda einaferð. Tað var tá Anders Eggert við leiklok setti eitt brotskast í norska málið. Allan dystin rann Danmark aftaná Noregi, og ikki fyrr enn ímóti dystarenda komu danskarar uppá javnt.
Kasper Hvidt gjørdist stóra hetjan hjá Danmark. Hann helt Danmark inni í dystinum við fleiri góðum bjargingum, og tá ein hálvur minuttir var eftir bjargaði hann einum brotskasti hjá Håvard Tvedten.
Danmark kundi brúka javnleik, meðan Noreg mátti vinna, men fyri at gera ilt verri staðfesti Danmark pínuna hjá Noregi við at taka bæði stigini í seinastu løtu.
Hósdagin klokkan 15 spælir Noreg ímóti Íslandi, sum nú sær ein gyltan møguleika at spæla seg í hálvfinaluna. Danmark spælir ímóti Kroatia klokkan 19.15 hósdagin. Danmark er eitt stig aftanfyri, og má tí vinna dystin.
Støðan áðrenn seinasta umfarið í millumbólki 1 :
Kroatia 7 stig
Ísland 6 stig
Danmark 6 stig
Noreg 4 stig
Eysturríki 1 stig
Russland 0 stig