Dannebrog á Klaksvík

?Mary, Mary, Mary? stemmaðu skúlabørnini í, tá Dannebrog legði at keiini í Klaksvík mikumorgunin. Ongin ivi mundi vera um, at krúnprinsessan hoyrdi hjartaligu heilsanina heilt umborð, langt áðrenn skipið hevði lagt at

Tað var ein vøkur sjón, tá kongaskipið Dannebrog stevndi inn á Klaksvíkina mikumorgin. Og sigast má, at Klaksvíkingar vóru í rætta royala hýrinum. Bilarøðin rakk langt heim í býin, og úti á keiini á eystara havnalagnum tyrptust fólk so nær tí reyða leyparanum, sum tey sluppu.

?Mary, Mary, Mary?
Øll skúlabørnini høvdu, sum vera man, fingið frí hendan morgunin, og tey høvdu rættiliga gjørt seg út við hópin av føroyskum, donskum og australskum fløggum. Og móttøkan, tey góvu kongaligu familjuni, fekk illa verið lívligari. ?Mary, Mary, Mary?, stemmaðu børnini í so hart og leingi, at krúnprinsessan uttan iva hoyrdi hjartaligu heilsanina heilt umborð á Dannebrog, langt áðrenn skipið hevið lagt at.
Á keiini stóðu borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjórin, Jákup Mikkelsen og býráðlimirnir og tóku ímóti kongsfamiljuni. Borgarstjórin helt røðu, har hann millum annað greiddi frá, hvussu náttúran rundan um Klaksvíkina hevur tryggjað skipum og bátum serliga góð kor og soleiðis hevur lagt lunnar undir fremsta fiskivinnubýin í Føroyum. Borgarstjórin nam eisini við, tann týdning, hetta hevur havt fyri sterku samleikakensluna hjá Norðoyingum. Eisini hugleiddi hann um, hvussu tað fer at ávirka júst hesa samleikakenslu, at Norðoyggjar verða ein partur av fastlandinum um bert fáar mánaðir. Hvussu skjótt hetta verður veruleiki, fingið kongshjúnini høvið at gera sær eina fatan av, tá tey seinni hendan fyrrapartin vitjaðu inni í Norðoyatunnlinum.