Sum nakað serligt, verður skipað fyri stórari dansistevnu í Norðurlandahúsinum á flaggdegnum 25. apríl.
Eins og í 2013 er stevnan almenn og skipað við verkskeiðum í alskyns dansum - millum annað Cha Cha Cha, Salsa, Ceroc, Rock n’Roll, Vals og hópin av fólkadansi í ymsum sniðum.
- Vónin er et náa út til ein so breiðan skarða sum gjørligt, og øll skulu kenna seg vælkomin. Tí er ikki neyðugt at vera partur av nøkrum dansihópi frammanundan. Hetta er als ikki nøkur kapping, men ein dagur við hugna og felagsskapi ætlaður øllum dansiáhugaðum – óansæð aldur, kondi og dansiroyndir, siga fyriskipararnir úr Dansifrøi.
Tey byrja við dansi á morgni og síðani verður veitsla og matur um kvøldi.
- Tað ber til at leita sær kunning á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. So tað er bara at yvirtala bindiklubban, makan, gubba tín, systkin, starvsfelagar, grannar og vinir – ella kom bara av tínum eintingum, siga fyriskipararnir.