Dansa fyri herin!

Hergeir Staksberg
--------------
Tað er vorðið vanligt, at trúgvandi reka barrir og diskotek, har rúsdrekka spælir ein sentralan leiklut. Og tað er eisini vanligt at síggja trúgvandi fólk drekka sær eina kenning. Syndahugtakið hevur sostatt flutt seg rættiliga nógv, men vit hava enn ein lítlan Judas gangandi millum okkum. Hesin Judas gongur undir dulnevninum Halgidagslógin.    

Halgidagslógin, sum er frá 1923, spøkir hvørt ár. Og hvørt ár er tað sama søgan. Fólk fara í býin at hugna sær, men sleppa ikki at hugna sær, tí halgidagslógin sigur nei. Hvørt ár banna og blóta fólk yvir halgidagslógina, men eftir 14 dagar, so hava øll sveittað alla øsingina út aftur, fyri síðani at øsa seg aftur eitt ár seinni, tá halgidagslógin aftur køvur tann næsta býtúrin.    

... men hvat er tað, sum veruliga gongur fyri seg? Í stuttum, so bannar mann ávísum ljóðbylgjum og ávísum rørslum. Ólógligu ljóðbylgjurnar fevna um tónleik, og ólógligu rørslurnar fevna um dans. Hinvegin fevna lógligu rørslurnar um ítrott, og lógligu ljóðbylgjurnar fevna um ljóð í samband við ítrottartiltøk, gang av bátum á havinum og við kei, samstundis sum tað eisini er loyvt at larma við kirkjuklokkum.    

Men hví er tað loyvt at spæla fótbólt, men ikki at dansa. Er talan ikki um rørslur báðum førum? Svarið finna vit í lógini. Í lógini stendur skrivað, at: ”Idrætsøvelser og Øvelser, der tilsigter Uddannelse til Fædrelandets Forsvar, skal dog være undtaget fra dette Forbud”.    

Hetta merkir, at tað onki hevur við átrúna at gera, men at herurin er orsøkin til at rørslur og ljóð, í samband við ítrott, hava undantaksloyvi. Sambært halgidagslógini sær tað út til, at endamálið við ítrotti er at fyrireika føroyingar til hernaðarútbúgving og potentielt kríggj. Um hetta er generella fatanin hjá føroya fólki og føroysku mynduleikunum, so havi eg altíð havt eina skeivafatan av endamálinum við føroyskum ítrotti.

Hóast lógin er komisk, so risikerar mann at verða stemplaður sum brotsmaður/kvinna, um mann verður tikin fyri ólógliga rørslur ella ljóð, sum ikki tæna hernaðarligum endamálum. Um tú ert ein av teimum, sum verður tikin fyri dans í vikuskiftinum, so sig, at dansur er ein ítrottur, og at tú dansar av hernaðarligum orsøkum.

Við vón um at mynduleikar endiliga fáa eyguni upp fyri halgidagslógini og fáa lógina avtikna.