Dansibandfestivalur verður 12. juli

Vágur bjóðar Dansibandfestival tann 12. juli, og harvið sær ein nýggjur festivalur dagsins ljós.

Vágs Kommuna hevur kunngjørt, at 12. juli verður dansibandfestivalur í Vági.

 

Enn hevur ikki nógv verið at frætt um skránna, men frá góðum keldum frættir in.fo, at nøvn sum Hans Jacob og Vinmenn og Jens Lisberg við bólki fara á pallin, men enn eru hetta óváttað tíðindi.

 

 

Vágs Kommuna skrivar soleiðis á síni heimasíði:

 

Leygardagin 12. juli 2014 verður Dansibandsfestivalur í Vági.

 

Dansibandsfestivalurin verður eitt fólksligt tiltak við hugna og dansi. Dansibandsfestivalurin verður eitt afturvendandi tiltak, sum verður hvørt ár á hásumri.
Í ár verður Dansibandsfestivalurin leygardagin 12. juli. Í 2015 verður Dansibandsfestivalurin vikuskifti 10. og 11. juli.

 

Um tiltakið
Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs leygardagin 12. juli 2014. Á breddanum er m.a. góður dansibands-tónleikur kryddaður við góðum mati, góðum undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni.

 

Á skránni
Skráin er spennandi og fevnir um dans við góðum føroyskum dansibands orkestri leygarkvøld, umframt eina ørgrynna av øðrum tiltøkum leygardag.

Vágur slær hurðarnar upp og bjóðar fólki vælkomnum. Matstovurnar bjóða góðan mat. Handlar taka væl ímóti við óvanliga góðum summartilboðum.

Er hugurin til náttúruna, so bjóðar Kunningarstovan upplivingar til gongu í bý, haga og fjøru. Skal meiri ferð á, so far við ein rennitúr kring fjørðin. Ert tú meira til sjógvin, so far ein túr við ár í hond í grindabáti á fjørðinum ella fiskitúr við sluppini Johannu TG 326, ella við skjóttgangandi báti á fjørðinum.

Umframt góðan dans, so verður eisini dansi-undirvísing og dansi-framsýning.

Maturin verður forkunnugur, hugnin verður í hásæti, og gestablídni í Vági er heimskent.

Leygardagin 12. juli 2014 er Dansibandsfestivalur í Vági.