Ársins Summarfestivalur fer at bjóða øllum áhugaðum børnum og ungum eina heilt serliga dansiuppliving við kulum tónleiki, dansi og spennandi rútmum. Summarfestivalurin fer í ár at bjóða børnum og ungum at verða við til dansiland, har tað ber til at royna seg við hip hop, zumba, cha cha cha, breakdansi og øðrum spennandi dansum og rútmum.
Eftir førleika, aldri og áhuga verður møguleiki at melda seg til skeið hjá dugnaligum og frískum dansilærarum, sum hósdagin og fríggjadagin á Summarfestivalinum fara at undirvísa í dansi, rørslum, koregrafi og upptraðkan.
- Alt endar við eini lívligari framførslu, skrúðgongu og karnivalli sjálvan leygardagin á Summarfestivalinum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.