Dansk Folkeparti er stóri taparin í Danmark

Fyrsta exit poll kanningin í Danmark eftir at valhølini lótu aftur vísir, at Dansk Folkeparti missir tríggjar sessir í Evropatinginum og bara fær eitt umboð valt.

Dansk Folkeparti 11,8% sum er ein afturgongd upp á 14,8 prosentstig og sum gevur flokkinum eitt umboð í Evropatingi, har flokkurin hevði fýra.

Javnaðarflokkurin fær 23,6 prosent, sum er 4,6 prosentstig meira enn seinast, og tað gevur Javnaðarflokkinum fýra umboð í Evropatingið, sum er eitt meira enn seinast. Tó er tað fyrivarni, at flokkurin stendur til tann 14. tingsessin, sum Danmark fær, tá Bretland fer úr ES.

Venstre fær 20,6 prosent, sum er ein framgongd upp á 3,9 prosentstig í mun til seinasta val og sum gevur flokkurin ein sess afturat, so flokkurin fær tríggjar.

Folkebevægelsen ímóti ES fær fyri fyrstu ferð einki umboð valt sambært kanningini. SF, Radikalu og Enhedslistin fáa sambært kannignini eitt umboð afturat í part.

Exit poll kanningin, sum er gjørd fyri Danmarks Radio, vísir hetta úrslit:

 

A Soc. Dem 23,6% (+4,5) 4 tingsessir (+1)

V Venstre 20,6% (+3,9) 3 tingsessir (+1)

F SF 13% (+2) tingsessir 2 tingsessir (+1)

O DF 11,8% (-14,8) 1 tingsess (-3)

B Rad. 9,7% (+3,2) 2 tingsessir (+1)

Ø Enhl. 6,7% (stillaði ikki upp) 1 tingsessir (+1)

C Kons. 5,6% (-3,5) 1 tingsessir (-)

Å Alt. 3,7% (stillaði ikki upp) 0 tingsess (-)

N Folkeb. 3,1% (-5) 0 tingsess (-1)

I Lib.Al. 2,3% (-0,6) 0 tingsess (0)